Vilja hava fólk í fiskavirkisskipanini í annað arbeiði

Vilja hava fólk í fiskavirkisskipanini í annað arbeiði
Stýrið hjá ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingar í fiskavirkisskipanini
Endamálið við broytingini er, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og verða tøk til onnur størv. (Savnsmynd)
 
23.05.2023 - 18:00

Stýrið hjá ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingar í fiskavirkisskipanini.

Broytingin er, at nú skulu arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og tí fáa størri útgjald, men hinvegin vera tøk til onnur størv. 

 

Eyðfinnur Jacobsen er formaður í stýrinum fyri ALS.

 

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, sigur, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur, og samstundis ganga fólk í fiskavirkisskipanini leingi fyri einki, og hava ikki møguleika at fara aðrastaðni. 

Fiskavirkisskipanin hevur leingi verið til viðgerðar í stýrinum fyri ALS, men eingin semja er um at taka skipanina av.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:  

 

23052023_Eydfinnur_um_fiskavirkisskipan

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672