Nú verður forboðið at seta oljufýringar upp

Nú verður forboðið at seta oljufýringar upp
Seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er 1.november
1..januar næsta ár verður forboðið at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, sum brúka olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt. (Savnsmynd)
 
24.05.2023 - 08:25

Longu um stívliga hálvt ár, 1.januar næsta ár, verður forboðið at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, sum brúka olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt til at hita upp nýggjar bygningar, sum eru í byggilógini.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum Umhvørvismálaráðið hevur sent til hoyringar.

Og seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er 1.november í ár. 

Kunngerðaruppskotið fremur átak 11 í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í mai 2022. 

Bannið skal saman við afturberingini av meirvirðisgjaldi fyri hitapumpur og komandi upphøggingarstuðli til oljufýringar skunda undir grøna orkuskiftið, sigur Umhvørvismálaráðið.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, í útvarpstíðindunum: 

 

23052023_Ingilin_um_oljufyr

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928