USA bíðar við skuldarloftinum

USA bíðar við skuldarloftinum
Fíggjarmálaráðharrin í USA, Janet Yellen, hevur útsett freistina at hækka skuldarloftið. Nýggja freistin er 5. juni.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Janet Yellen
Mynd: Reuters  
 
27.05.2023 - 10:25

Tað varð annars sagt, at 1. juni hevur amerikanski staturin ikki fleiri pengar, um skuldarloftið ikki verður hækkað. Tí samráðast demokratarnir og republikkanararnar í løtuni.

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur millum annað avlýst ein túr til Avstralia av tí sama, tí hann má brúka tíðina fram til 1. juni uppá samráðingar við republikkanararnar fyri at fáa loyvið til at hækka skuldarloftið.

Republikkanararnir hava meiriluta, og tí seta teir væntandi fleiri krøv til amerikanska forsetan, um skuldarloftið skal hækkast.

Men nú hevur Janet Yellen so boðað frá, at USA hevur nóg mikið av peningi til 5. juni at rinda skuldini. Tað skrivar Reuters.

Hetta ger, at Jo Biden, amrekanski forsettin og Kongressin hava fingið fimm dagar afturat ata gera eian avtalu um skuldaraloftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017