Danmark roynir enn at hjálpa Føroyum við ES

Danmark roynir enn at hjálpa Føroyum við ES
Danski uttanríkisráðharrin hevur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2023 - 08:10

Sjúrður Skaale spurdi, um tað kann hugsast, at vánaliga atgongdin hjá Føroyum til ES-markaðin hevur gjørt Føroyar so heftar at russiska marknaðinum.

Lars Løkke Rasmussen svarar, at tað tykist ikki sum um tað hevur staðið á hjá føroyskum útflytarum at finna aðrar marknaðir, nú tann russiski ikki er so opin longur. 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, endurtekur tað, sum nógvir danskir ráðharrar hava sagt, at Danmark ger alt, sum Danmark kann, fyri útvega Føroyum betri atgongd til ES, til dømis eina partalagsavtalu.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at sín fatan er, at framdrift er í royndunum at fáa í lag størri samstarv millum Føroyar og ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928