Russland givið boð um at handtaka amerikanskan senator

Russland givið boð um at handtaka amerikanskan senator
Ein upptøka á sjónbandi, har amerikanski senatorurin, Lindsey Graham, fegnast um hernaðarstuðulin til Ukraina, hevur fingið ilt í russar
Ovasti kanningarmyndugleiki í Russlandi hevur stevnt Graham, og innanríkisráðið hevur síðani givið boð um at handtaka hann. 
Mynd: AP  
 
30.05.2023 - 09:24

Russiska innanríkisráðið hevur givið boð um at handtaka amerikanska senatorin, Lindsey Graham, eftir tað, sum hann hevur sagt um kríggið í Ukraina.

Fríggjadagin hitti Graham ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. 

Í redigeraðum sjónbandi, sum starvsfólk hjá Zelenskyj løgdu út eftir fundin, sigur Graham at 'russarar doyggja', og at hernaðarstuðulin til Ukraina 'er tað besta, sum vit nakrantíð hava latið pengar til'.

Orðini hjá Graham eru helst søgd ymsastaðni í samtaluni, men á sjónbandinum verða tey søgd saman, og tað hevur fingið øði í russarar.

 

Stevndur

- Tað er torført hjá okkum at síggja størri skomm fyri eitt land, enn at hava slíkar senatorar, segði talsmaðurin í Kreml, Dmitri Peskov, sunnudagin.

Ovasti kanningarmyndugleiki í Russlandi hevur stevnt Graham, og innanríkisráðið hevur síðani givið boð um at handtaka hann. 

Graham skrivar á Twitter: - Tað gleðir meg ómetaliga nógv, at stuðul frá mær til Ukraina ertar stýrið hjá Putin.

- Eg fari at halda fram at stuðla ukrainska frælsinum, til allir russiskir hermenn eru tveittir úr ukrainskum øki. Eg fari at bera boðini frá korruptu og ómoralsku stjórini hjá Putin sum eitt heiðurstekin, skrivar Graham.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233