143 milliardir til verjuendamál næstu 10 árini

143 milliardir til verjuendamál næstu 10 árini
Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri, hevur lagt uppskotið fram, og samráðingar byrja í hesari vikuni
Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri, avmyndaður í Tinganesi, tá hann var á vitjan hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2023 - 10:20

Danska stjórnin fer næstu 10 árini at brúka 143 milliardir krónur til íløgur í verjuna. 

Og fyri 2030 lýkur Danmark málið hjá Nato um at brúka tvey prosent av BTÚ til verjuendamál.

Virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, hevur lagt uppskotið fram, og samráðingarnar byrja í hesi vikuni. 

105 av teimum 143 milliardunum fara til nýggjar 'verju- og trygdarpolitiskar raðfestingar'.

Síðani skulu ítøkilig átøk samtykkjast í heyst og seinni, sigur verjumálaráðið.

 

Tríggjar raðfestingar

Stjórnin hevur víst á tríggjar raðfestingar á økinum: Ríkisfelagsskapurin, nærøkini í eystri og á átøk í økjum úti í heimi, har ósemjur eru.

Danska stjórnin fer eisini at játta umleið 22 milliardir krónur aftrat í hernaðarhjálp til Ukraina. 

Uppskotið merkir, at Danmark í 2030 lýkur málið hjá Nato um at brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju og trygd. 

Fíggingin er avgreidd, og nú vónar virkandi verjumálaráðharrin skjótar samráðingar, og at semja fæst um karmarnar fyri verjuna fyri Nato-toppfundin í Vilnius í juli.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290