Serlækni í urologi var tikin við upp á ráð

Serlækni í urologi var tikin við upp á ráð
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur aftur svarað fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús
Nú er greitt, at MR-skannarin verður settur upp á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
 
01.06.2023 - 08:29

Ein serlækni í urologi, sum í nógv ár hevur verið knýttur at Klaksvíkar sjúkrahúsi, var tikin við upp á ráð, tá arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmæli um skannaran í Klaksvík, spurdi fakfólk.

Fakfólkini í arbeiðsbólkinum vóru frá Landssjúkrahúsinum.

Tað vóru fakfólk um medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti.  

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Tingkvinnan spurdi eina ferð afturat um arbeiðsbólkin, tí hon var ikki nøgd við fyrra svarið hjá landsstýriskvinnuni.

Tað er sera løgið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, at fakfólk, fíggjarfólk, radiografar og læknar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ikki vóru við í arbeiðsbólkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011