Kongressin endaliga samtykt at hækka skuldarloftið

Kongressin endaliga samtykt at hækka skuldarloftið
Loftið er 31.400 milliardir dollarar, ella 217.789 milliardir krónur í dagsins kursi
Joe Biden, forseti, sigur, at samtyktin í Senatinum er stórur sigur fyri búskapin og amerikanarar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.06.2023 - 08:24

Lógaruppskotið, sum skal hækka amerikanska skuldarloftið, er nú eisini samtykt í Senatinum. 

- Stórur sigur fyri búskapin og amerikanarar, segði Joe Biden, forseti, eftir at uppskotið í gjárkvøldið var samtykt við 63 atkvøðum fyri og 36 ímóti.

Mikudagin góðtók Undirhúsið tað við 324 atkvøðum fyri og 117 ímóti.

Tá ið Undirhúsið hevði góðtikið uppskotið, bað Biden um skjóta viðgerð. 

 

218.000 milliardir krónur

Skuldarloftið er 31.400 milliardir dollarar, tað eru 217.789 milliardir krónur í dagsins kursi.

Lógaruppskotið skuldi góðkennast innan 5.juni, sum er evstamark fyri, nær fíggjarmálaráðið ikki longur hevur ráð at rinda skuld hjá landinum.

Hevði tað hent, kundi tað elvt til búskaparkreppu í USA, sum aftur kundi ávirkað búskapin í øðrum londum.

Joe Biden sigur, at hann fer at skriva undir lógina skjótast til ber, og at hann í dag fer at haldu røðu fyri tjóðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233