- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost: Færri íløgur í Føroyum, fleiri í Skotlandi
Lívfiskastøðin, sum ætlanin var at byggja í Skálavík, er tikin úr íløguætlanini, og grundarlag er ikki fyri at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum.
Íløgurnar í Føroyum minka, men fleiri íløgur vera gjørdar í Skotlandi.
Hetta ger nýggja tøkugjaldið, sigur Bakkafrost, sum í dag hevur kapitalmarknaðardag í Skotlandi, har millum annað íløguætlanin fyri 2024-2028 verður løgd fram.
Íløgurnar í Føroyum minka úr 12 krónum fyri kilo niður í sjey krónur, men í Skotlandi fara tær upp í 14 krónur.
Íløgur fyri 6,3 milliardir krónur vera gjørdar frá 2024 til 2028.
355 milliónir krónur eru settar av til grønt orkuskifti.
Ætlanin er at gera fleiri íløgur í Skotlandi, m.a. í nýtt góðskingarvirki.
Minni virksemi á Glyvrum
Bakkafrost sigur eisini, at tøkugjaldið hevur væntandi við sær minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum.
Tí er ikki grundarlag fyri at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum.
Í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi, sigur Bakkafrost.
Ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini.
Í staðin verða nógv minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk.
Smoltstøð í Ónavík ella Skálavík
Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð.
Íløgur, sum longu eru byrjaðar, vera gjørdar lidnar, millum annað útbyggingin á Havsbrún.
Bakkafrost hevur leingi ætlað út á opið hav at ala og søkti longu í 2020 um loyvi at ala á opnum havi í Føroyum.
Havalingin er ikki við í íløguætlanini 2024-2028.