Ala 200.000 tons av laksi um fýra ár

Ala 200.000 tons av laksi um fýra ár
Bakkafrost byggir nýtt góðskingarvirki í Skotlandi, sum eisini skal verða liðugt í 2028
Í 2028 fer Bakkafrost at kunna ala 200.000 tons av laksi í Føroyum og í Skotlandi. (Savnsmynd)
 
06.06.2023 - 08:34

Bakkafrost leggur nú stóran dent á virksemið í Skotlandi.

Smoltstøðin við Applecross verður víðkað, so hon verður á stødd við størstu smoltstøðina í Føroyum, smoltstøðina við Strond. 

Ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi. 

Hendan verður nakað størri enn smoltstøðin við Strond í Føroyum. Hon verður væntandi liðug í 2027.

 

Smoltstøðin á Strond. Smoltstøðin, sum ætlanin er at byggja við Fairlie í Skotlandi, verður nakað størri enn støðin á Strond. (Mynd: Bakkafrost)

 

 

Nýtt góðskingarvirki í 2028

Harafturat er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi. Tað verður væntandi liðugt í 2028.

Ætlanin er at hava meira aling á sjónum í Skotlandi, og gera íløgur í nýggj skip.

Í 2028 fer Bakkafrost at kunna ala 200.000 tons av laksi í Føroyum og í Skotlandi.

 

Tøkugjald broytir fortreytir

Miðað verður eftir at taka 165.000 tons, tá er talan um kruvda vekt, í 2028, av teimum 110.000 í Føroyum. 

Bakkafrost sigur í fráboðan í morgun, at nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar, og at Bakkafrost tí noyðist at tillaga virksemið og íløgurnar.

Ein avleiðing er, sigur Bakkafrost, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083