Pence bjóðar Trump av

Pence bjóðar Trump av
Mike Pence var varaforseti hjá Donald Trump, men hann hevur tikið alsamt størri frástøðu frá fyrrverandi forsetanum
Nú er greitt, at Mike Pence fer at bjóða fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, av í kappingini um at gerast amerikanskt forsetavalevni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.06.2023 - 09:39

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence, hevur nú boðað frá,, at hann fer at royna at gerast republikanskt forsetavalevni í 2024.

Harvið bjóðar hann fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, av í kappingini um at gerast valevni hjá republikanarunum.

Sum varaforseti var Mike Pence leingi trúfastur móti Donald Trump, men tá ið Trump royndi at ógilda úrslitið av forsetavalinum í 2020, sum Joe Biden vann, vildi Pence ikki stuðla Trump longur.

Síðan álopið á kongressina 6. januar í 2021 hevur Mike Pence tikið alsamt størri frástøðu frá Trump. Mike Pence og familja hansara vóru í Capitol-bygninginum, tá álopið hendi, og Pence hevur sagt, at við at eggja fólki til at leypa á kongressina, setti Trump familjuna hjá sær í vanda.

Mike Pence, sum verður 64 ár í morgin, 7. juni, hevur eisini verið guvernørur í Indiana árini 2013-2017, og hann sat eisini í amerikanska umboðsmannatinginum frá 2001 til 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011