Nato skipar fyri størstu hernaðarvenjingini higartil

Nato skipar fyri størstu hernaðarvenjingini higartil
10.000 fólk og 250 tyrlur og flogfør úr 25 londum eru við í hernaðarvenjingini, sum Týskland er vertur fyri
Amerikanski sendiharrin í Týsklandi, Amy Gutmann, saman við leiðaranum fyri týsku loftverjuni, Ingo Gerhartz, og amerikanska loftverjuovastanum, Michael Loth, í Berlin í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.06.2023 - 14:48

Nato fyrireikar í løtuni størstu hernaðarvenjingina higartil, sum verður í luftini burturav.

10.000 fólk og 250 tyrlur og flogfør úr 25 londum eru við í hernaðarvenjingini.

Týskland er vertur.

Sambært AP tíðindastovuni, siga týskir og amerikanskir embætismenn, at venjingin skal vísa teimum sameindu og møguligum fíggindum, hvussu sterk verjusamgongan er.

Hernaðarvenjingin verður kallað 'The Air Defender 23', og hon byrjar í næstu viku.

Endamálið er at venja eitt aftursvar frá Nato, um ein sameindur verður álopin.

Amerikanska sendikvinnan í Týsklandi, Amy Gutmann, sigur við AP, at hon verður ovfarin, um tað finst ein heimsleiðari, sum ikki leggur sær í geyma stríðshugin og styrkina hjá teimum sameindu. Tá skal harra Putin teljast uppí.
 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751