Læknavaktin: Semingsstovnurin ikki boðsendur aftur

Læknavaktin: Semingsstovnurin ikki boðsendur aftur
Læknavaktin hevur ligið í sáttmálaloysi í meira enn tvey ár
Kommunulæknafelagið vrakaði eitt semingsuppskot um læknavaktina, men semingsstovnurin er ikki boðsendur aftur. (Savnsmynd)
 
08.06.2023 - 09:20

Semingsstovnurin er ikki boðsendur aftur, síðani Kommunulæknafelagið fyri sløkum tveimum vikum síðani vrakaði eitt semingsuppskot um læknavaktina 1870.

Men Semingsstovnurin fær at vita um samskiftið millum kommunulæknar og Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Kommunulæknarnir boðaðu 31.mai frá, at læknavaktin á telefon 1870 í Landssjúkrahúsinum helt uppat dagin eftir, 1.juni.

Kommunulæknarnir skuldu sjálvir kunngera, hvør hevur vakt og nær.

 

1870 skuldi halda fram

Sama dagin, 31.mai, boðaði Heilsutrygd frá, at læknavaktin helt fram á telefon 1870.

Men tað ber eisini til at brúka telefonnumrini, sum kommunulæknarnir upplýsa.

Og læknavaktin er ikki í Landssjúkrahúsinum longur. 

Læknavaktin hevur ligið í sáttmálaloysi í meira enn tvey ár, og viðurskiftini hjá læknavaktini eru óskipað, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011