Ferjan stýrir sjálv

Ferjan stýrir sjálv
Mánadagin verður MF Estelle sett í sigling á farleiðum millum oyggjar við svenska høvuðsstaðin
Skiparin fyglgir við, at alt gongur, sum tað skal, men skal ikki stýra ferjuni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.06.2023 - 08:43

Ein ferja, sum stýrir sjálv, hevur verið royndartúr í Stokkhólmi í Svøríki. 

Býurin verður sostatt tann fyrsti í heiminum, sum brúkar tøknina, skrivar norski framleiðarin.

Skiparin fyglgir við, at alt gongur, sum tað skal, men skal ikki stýra ferjuni.

Mánadagin verður MF Estelle sett í sigling á farleiðum millum oyggjar við svenska høvuðsstaðin.

Stein Andre Herigstad-Olsen, forstjóri í Torghatten, sum hevur smíðað ferjuna, sigur, at ætlanin er at gera ferjuna púra sjálvstøðuga.

 

 

Ferjan hevur radara, myndatól, lasara-tøkni, sum skal skanna umhvørvið, og ultraljóð-skipanir.

Ferjan hevur 18 sólfatur, sólpanel, á takinum.

Allar upplýsingar frá sólpanelinum verða samantvinnaðar við amboð til at seta kós, sigur Erik Nilsson í Torghatten.

- Broytir ein bátur kós, síggja vit tað, áðrenn eitt sekund er farið, og ferjan dagførir sína kós, sigur hann.

Ferjan tekur 25 ferðafólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011