Ætlar at endurskoða fosturtøkulógina

Ætlar at endurskoða fosturtøkulógina
Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer at fundir við áhugabólkar og felagsskapir í sambandi við lóggávuarbeiðið
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.06.2023 - 08:54

Landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at endurskoða fosturtøkulógina.

Løgmálaráðið skrivar, at galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956, og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. 

Tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi, skrivar ráðið.

Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, verður sagt, og í næstum skal málið lýsast nærri.

 

Fundir við áhugabólkar og felagsskapir

Løgmálaráðið fer at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað lóggávuna á økinum. 

Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði, verður sagt úr Løgmálaráðnum.

Í samgonguskjalinum stendur einki um, at fosturtøkulógin skal endurskoðast. Har stendur, at í etiskum málum kann hvør tinglimur atkvøða eftir egnu sannføring.

Fosturtøka verður vanliga kallað eitt etiskt mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096