Væntar undirtøku frá samgonguni at endurskoða fosturtøkulógina

Væntar undirtøku frá samgonguni at endurskoða fosturtøkulógina
Galdandi lóg um fosturtøku, sum er frá 1956, er í nógvar mátar ótíðarhóskandi, heldur hann
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ætlar at endurskoða fosturtøkulógina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.06.2023 - 13:10

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, roknar við at fáa undirtøku í samgonguni til at endurskoða fosturtøkulógina.

Lógin er frá 1956, og eigur at verða dagførd, sigur hann.

Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum skal málið lýsast nærri.

Partar skulu kallast inn - áhugafeløg eins og fakmyndugleikin.

Úrslitið av tí arbeiðinum fer so at avgera,  um og nær lógaruppskot verður lagt fram um at broyta fosturtøkulógina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16062023_Karason_um_fosturtoku

 

  



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096