Biden heitt á Stoltenberg um at halda fram

Biden heitt á Stoltenberg um at halda fram
Nato-aðalskrivarin vitjaði amerikanska forsetan í vikuni, men hann hevur ikki svarað fyrispurninginum frá Biden
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2023 - 14:56

Sum skilst, hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, heitt á Jens Stoltenberg, um at halda fram í starvinum sum aðalskrivari í Nato eitt ár aftrat.

Jens Stoltenberg var fyrr í vikuni á vitjan hjá Biden í Washington. 

Stoltenberg skal ikki hava svarað fyrispurninginum hjá forsetanum, skrivar NRK.

Tíðarskeiðið hjá Stoltenberg í Nato er longu runnið, men er longt fleiri ferðir orsakað av krígnum í Ukraina. 

Seinast var 30. september í fjør.

 

Joe Biden, forseti, hevur heitt á Jens Stoltenberg, um at halda fram sum Nato-aðalskrivari. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nógvar gitingar

Nógv hevur verið gitt um, hvør fór at taka við sum aðalskrivari í heyst, ella um Stoltenberg fer at halda fram inn í 2024.

Stoltenberg var spurdur um tað á tíðindafundi seinnapartin í dag. 

- Eg havi einki at leggja aftrat. Eg havi sagt fleiri ferðir, at eg biði ikki um at leingja tíðarskeiðið. Eg havi ongar aðrar ætlanir enn at gevast, tá ið tænastutíð mín endar í heyst. Og tað havi eg sagt leingi, svaraði Stoltenberg.

Talan verður helst um at leingja tænastutíðina til næsta vár, tá ið verjusamgonga skal hátíðarhalda 75 ára dag sín á toppfundi í Washington.

Stoltenberg tók við sum aðalskrivari í Nato 1. oktober 2014, eitt ár eftir at hann legði frá sær sum forsætisráðharri í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
RagnarRokk: Gary Shea um Prior Convictions
204728
Týsdag 24. februar
Morgunlestur týsdagur 24.februar 2026
204596
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607