- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í bussi omanfyri Norðskála
Landsvegurin omanfyri Norðskála er fyribils stongdur, eftir at eldur er komin í ein buss.
Sambært vakthavandi á politistøðini er talan um ein leigubuss. Fólk varnaðust, at nógvur roykur kom frá bussinum, og so varð borið skjótt at. Fólk vóru í bussinum, men komu út í øllum góðum. Vakthavandi hevur rós at bera fólki á staðnum, sum sjálvi syrgdu fyri at steðga ferðsluni. Sambært honum er eingin vandi á ferð, men ferðslan er steðgað.
Politiið boðar frá á Facebook, at landsvegurin er stongdur, og ongin gjøgnumkoyring er í løtuni.
DAGFØRING KL 10:56:
Eldurin í bussinum er sløktur, men nógvur roykur er á staðnum. Bussurin stendur umleið 100 m norðanfyri rundkoyringina við Hvítabrúgv.
Koyrandi er gjøgnum rundkoyringina, men breytin til Eiðis er lukkað. Tey, ið skulu til Eiðis mugu koyra gjøgnum Norðskála, skrivar løgreglan á Facebook.