- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alsamt fleiri verða brend
Meðan níggju av hvørjum tíggju fólkum, sum doyggja í Danmark, verða brend, er talan kanska um eini tíggju tilsamans um árið í Føroyum, sum verða send av landinum at verða brend.
Av tí sama verður tað ikki raðfest frammarlaga at byggja eitt krematorium í Føroyum, tí hvørki íløgan í bygging ella rakstur kunnu svara seg.
- Tórshavnar kommuna, sum hevur millum 150 og 170 jarðarferðir árliga, hevur fleiri ferðir gjøgnum árini viðgjørt spurningin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Tað snýr seg tó ikki bara um at byggja eitt krematorium, men eisini um, at raksturin av tí skal kunna svara seg. Og tað er dýrt at hava ein ovn standandi kláran, um bert fá verða brend.
Fleiri verða brend
Ein av teimum, ið tekur sær av einum hálvthundrað jarðarferðum um árið, er Herman Eysturoy, sum eigur og rekur fyritøkuna Gravarhjálp í Havn.
Hann staðfestir, at alsamt fleiri lík verða send av landinum at verða brend:
- Eg havi fyrr sagt, at tað eru eini fimm um árið, men tað talið er nú vaksið, so tað heldur eru eini tíggju um árið, sum verða send niður at verða brend, sigur Herman Eysturoy.
- Har haldi eg so, at kommunan kundi latið eitt sindur av stuðli til tað, ið tað kostar at senda lík av landinum at verða brend, tí ein urna tekur munandi minni pláss í kirkjugarðinum enn ein kista.
Her kanst tú hoyra samrøður við Heðin Mortensen og Herman Eysturoy: