Kavbátur á veg niður á Titanic er horvin

Kavbátur á veg niður á Titanic er horvin
Fimm ferðafólk eru við kavbátinum, og hann hevur eyka súrevni til 96 tímar. Tey mistu sambandið við kavbátin umleið tveir tímar eftir, at hann fór undir vatnskorpuna
Titanic sakk í 1912, og vrakið liggur á 3800 metra dýpi. Henda myndin er tikin av vrakinum í februar í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2023 - 08:41

Ein kavbátur við ferðafólki, sum var á veg niður á havsins botn at síggja vrakið av Titanic, er horvin.

Fimm fólk eru við kavbátinum

Amerikanska bjargingartænastan hevur boðað frá, at tey mistu sambandið við kavbátin sunnumorgun, lokala tíð, bert ein tíma og 45 minuttir eftir, at kavbáturin fór undir vatnskorpuna.  

Bæði amerikanska og kanadiska bjargingartænastan leita eftir kavbátinum. 

 

Liggur á 3800 metra dýpi

Titanic liggur á umleið  3800 metrar dýpi, 300 fjórðingar út fyri Nýfundlandi í Kanada. Tað tekur umleið átta tímar hjá einum kavbáti at sleppa niður til vrakið.

Sambært herflotaovastanun, John Mauger, hevur kavbáturin eyka súrevni til 96 tímar.

- Vit vænta, at tað eru millum 70 og 96 tímar eftir av súrevninum í løtuni, segði hann á tíðindafundi í gjárkvøldið, skrivar BBC. 

Herflotaovastin ásannaði eisini, at tað er torført at finna ein kavbát, sum tey hava mist sambandið við. 

- Vit leita bæði uppi í sjónum og á djúpum vatni, segði hann. 

 

Sakk í 1912

Seinastu tvey árini hevur borið til at hjá fólki at keypa sær ferðaseðil at síggja kenda vrakið av kenda skipinum Titanic, sum sakk í 1912. 

Tað er fyritøkan OceanGate Expeditions, sum ger túrarnar. Ferðaseðilin kostar 1,7 milliónir kr. fyri hvønn.  

Sambært BBC hevur fyritøkan váttað, at tað eru tey, sum eiga horvna kavbátin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343