Ókeypis at koyra í bussi í Stavanger

Ókeypis at koyra í bussi í Stavanger
Skipanin umfatar eisini tok og bátar í kommununi, og hon verður mett at kosta 130 milliónir kr. um árið
Nú verður ókeypis at koyra í bussi í Stavanger.
Mynd: NRK  
 
20.06.2023 - 14:13

Í norska býnum Stavanger hevur kommunan nú samtykt, at frá 3. juli skal tað vera ókeypis at ferðast við kommunalum bussum, tokum og bátum.

Skipanin er tó bert galdandi fyri tey, sum búgva í Stavanger kommunu. Onnur noyðast at keypa ferðaseðil sum vant, skrivar NRK.

Fyri at vísa, at tú er borgari í Stavanger kommunu, og tí ikki skal gjalda, er fyrst neyðugt at skráseta seg við BankID á eini heimasíðu hjá kommununi.

 

Eisini mánaðarkort

Tá tað er gjørt, er klárt at fáa ferðaseðlar, sum tú hevur brúk fyri. Til ber bæði at fáa ein einstakan ferðaseðil ella sum mánaðarkort.

Tá tað er gjørt, kemur ferðaseðilin inn á eina app á snildfonini, og so er klárt. Arbeitt verður eisini við aðrari loysn til tey, sum ikki hava eina snildfon.

Sambært NRK, fer øll skipanin við ókeypis bussum, tokum og bátum til borgararnar at kosta Stavanger kommunu 200 milliónir norskar krónur - tað eru góðar 130 milliónir krónur í okkara peningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233