Estland loyvir samkyndum hjúnalagi

Estland loyvir samkyndum hjúnalagi
Estland er annað landið eystan fyri gamla jarntjaldið, sum loyvir samkyndum at giftast
Kaja Kallas er forsætisráðharri í Estlandi. Hon sigur, at øll eiga at stuðla kærleika og hjúnabandi. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
20.06.2023 - 15:29

Estlendska tjóðartingið samtykti í dag at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnaband, og sostatt verður Estland annað landið eystan fyri gamla jarntjaldið - tað fyrsta var Slovenia - sum loyvir samkyndum at giftast.

Tað skrivar Reuters.

Samkynt hjúnaband er loyvt í flestu vesturevropeisku londum, men í mið- og eysturevropa er tað framvegis ikki so.

Eftir at lógin var samtykt í dag, segði estlendski forsætisráðharrin, Kaja Kallas, at tað er eitt hart stríð, men at kærleiki og hjúnaband er nakað, sum øll eiga at stuðla.

55 av teimum 101 tinglimunum atkvøddi fyri at broyta estlendsku hjúnabandslógina. Broytingin kemur í gildi í 2024.

 

Góð helvt tekur undir

Sambært nýggjari meiningakanning hjá Centre of Human Rights taka 53 prosent av estlendska fólkinum undir við samkyndum hjúnabandi. Fyri tíggju árum síðan var undirtøkan 34 prosent. Hinvegin halda 38 prosent av estlendingum, at homoseksualitetur ikki kann góðtakast.

Eygleiðarar halda, at hetta var eitt gott høvi hjá stjórnini at fáa lógarbroytingina framda. Kaja Kallas vann ein greiðan sigur á tjóðartingsvalinum fyrr í ár, og tað er meiriluti fyri broytingini, bæði í tinginum og millum fólkið.

Hini bæði baltisku londini, Letland og Litava, hava bæði í løtuni broytingaruppskot liggjandi í tinginum um at gera samkynt hjúnaband lógligt, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233