Seta ferð á at framleiða dronur

Seta ferð á at framleiða dronur
Vladimir Putin, forseti, sigur, at ætlanir til frama fyri herin í Russlandi verða settar í verk
Vladimir Putin, forseti í Russlandi. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
21.06.2023 - 14:07

Russland setur ferð á hópframleiðsluna av dronum.

Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

Hann helt í dag røðu fyri nýútbúnum hermonnum á hernaðarliga útbúgvingarstovninum í Russlandi, skrivar Reuters.

Putin sigur, at ætlanir til frama fyri herin í Russlandi verða settar í verk. 

Forsetin sigur eisini, at kjarnorkurakettir av slagnum Sarmat skjótt kunnu setast upp.

 

Satan 2

Raktettirnar verða í Vesturheiminum nevndar Satan 2. Tær kunnu bera fleiri kjarnorkuspreingihøvd og røkka millum heimspartar.

Putin boðaði eisini frá slíkum ætlanum í eini talu í februar.

Tá ávaraði hann um, at Russland fer at leggja størri dent á russisku kjarnorkudeildirnar, og framleiða fleiri rakettir, sum ferðast skjótari enn ljóðið.

- Vit skulu halda fram við hópframleiðsluni av luftbornu rakettunum við Kinzjal-skipanum, og fara undir framleiðslu av Zircon-rakettum, sum kunnu brúkast á sjónum, segði Putin í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928