Estland og Lettland herða trygd

Estland og Lettland herða trygd
Ótrygga støðan í Russlandi hevur fingið nøkur av grannalondunum at taka serlig trygdarstig.
Estland og Lettland herða trygdina við russiska markið
Mynd: CFP Photo  
 
24.06.2023 - 16:33

Estland og Lettland, ið bæði hava mark ímóti Russlandi, herða nú trygdina við marknaliðini.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Lettland fer eitt stig longur og vil nú heldur ikki loyva russum at koma inn í landið, so leingi sum støðan í Russlandi er ivasom.

Hetta hevur lettiski uttanríkisráðharrin, Edgards Rinkevics, boðað frá í einum boðum á Twitter.

Estland kennir seg ikki hótt
Estiski forsætisráðharrin, Kaja Kallas, heitir somuleiðis á landsins borgarar um at lata vera við at ferðast til Russlands.

- Eg kann tó vissa um, at eingin beinleiðis hóttan er ímóti landi okkara, sigur hon.

Estland og Lettland hava tikið síni stig, eftir at tað gjørdist greitt, at Wagner-bólkurin í nátt tók seg inn í Russland.

Stuðul úr Turkalandi og Hvítarusslandi
Russiski forestin, Vladimir Putin, stendur tó ikki púra einsamallur, nú ófriður er í Russlandi.

Bæði Turkaland, sum er limur í NATO, og Hvítarussland hava veitt Putin játtan um stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011