Heldur fast við veiðibann

Heldur fast við veiðibann
Íslendski matvøruráðharrin, Svandís Svavarsdóttir, heldur fast við avgerð sína um at stegða íslendsku hvalaveiði í ár, fyribils til 31. august.
Íslendski matvøruráðharrin, Svandís Svavarsdóttir, í orðadrátti við fólk á fundinum á Akranesi
Mynd: Á​rni Sæberg/mbl.is  
 
24.06.2023 - 17:24

Hetta gjørdi hon greitt, tá ið hon í gjár var á almennum fundi við hvalaveiðifólk á Akranesi.

Millum 300 og 400 fólk vóru møtt á fundinum, sum er tann fyrsti av fleiri í hesum máli.

Tekur ov langa tíð
Svandís Svavarsdóttir segði, at avgerð hennara ikki var vend ímóti teimum, sum arbeiða hjá felagnum, Hvalur, men grundað á eina greining frá serfrøðingum.

Hesir serfrøðingar eru matvørumyndugleikarnir, ið hava víst á, at tað ofta tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali, og at talan tí er um brot á lógina um djóravælferð.

Hvørja ferð ráðharrin royndi at fáa orðið fyri seg, varð hon møtt av rakstrarrópum úr salinum.

Missa nógvar pengar
Fakfelagsleiðarin á Akranesi, Vilhjálmur Birgisson, vísti í sínum lagi á, at avgerð ráðharrans ávirkaði eina rúgvu av fólkum, sum fóru at missa um 60 milliónir krónur í lønum, samstundis sum íslendski landskassin misti nógvar skattainntøkur.

Hann gjørdi greitt, at Hvalur við vissu ferð at stevna stjórnini, tí hon uttan lógarheimild hevur sett forboð fyri hvalaveiði.

Íslendska kvotan í ár er 148 nebbafiskar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178