Sílið fekk reytt kort

Sílið fekk reytt kort
Tað var dramatikkur í samband við róðurin hjá dreingjum, 17-18 ár, á jóansøku. Róðurin var skotin av, og Sílið fekk reytt kort frá dómarunum. Tað var hart dømt, helt manningin
26.06.2023 - 20:46

Dreingirnir á Sílinum og hinum bátunum í 5-mannførum við dreingjum, 17-18 ár, høvdu ikki róð nógvar metrar, áðrenn róðurin var skotin av. 

Skjótt varð greitt, at Sílið hevði fingið reyða kortið frá dómarunum fyri at stýra skeivt. Hetta var stórt vónbrot, og manningin úr Havnar Róðrarfelag helt, at tað var hart dømt.

 - Vit hava vant sera hart alla vikuna til akkurát hesa stevnuna, tí vit vóru so nær við á sundalagsstevnu, segði Sjúrður Eysturoy av Sílinum.

Fípan Fagra (KRF) vann róðurin suverent frammanfyri Drekan (HR), Koll (KÍF) og Rókin (MR).  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086