Gera kømur til íbúðir

Gera kømur til íbúðir
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um bútilboð til fólk við serligum avbjóðingum í Suðuroynni
Av tí at fólkini, sum hava brúk fyri bútilboði í Suðuroy, hava rættiliga ymiskan tørv, ger  Almannaverkið nøkur kømur til íbúðir.
 
28.06.2023 - 09:07

Húsið í Suðuroynni, sum er ætlað fólki við avbjóðingum, verður broytt.

Upprunaliga vóru 10 smærri kømur í húsinum. 

Av tí at fólkini, sum hava brúk fyri bútilboði í Suðuroy, hava rættiliga ymiskan tørv, ger  Almannaverkið nøkur kømur til íbúðir. 

Har vera fimm íbúðir við einum kamari og tvær við tveimum kømurum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Súsonnu Bertholdsen, løgtingkvinnu.

Hon spurdi um heimið í Suðuroynni fyri fólk við avbjóðingum.

 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum. 

 

Sjey fólk bíða eftir tilboði

Landsstýriskvinnan sigur, at í løtuni bíða sjey fólk eftir bútilboði í Suðuroynni. Eitt teirra hevur ikki brúk fyri bútilboði enn.

Sirið Stenberg sigur, at við nýggja heiminum verður mest átrokandi tørvurin í Suðuroynni nøktaður. 

Roknað verður við, at nøkur á bíðilistanum ikki taka av tilboði um búpláss í fyrstu atløgu. Tey vilja heldur hava umlætting.

- Vit hava ikki kannað, um tað ber til at víðka um júst hatta tilboðið, sum er við Sílá. Men um tað ikki ber til, tá tørvur verður á tí, eru aðrir møguleikar í Suðuroynni, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096