Herða treytir hjá útlendingum at fáa familjusameining

Herða treytir hjá útlendingum at fáa familjusameining
Talið á útlendingum, sum koma til Føroya sum samfylgjandi familja, er meira enn tvífaldað, síðani snarskipanin kom í 2021
Í 2021 komu 48 fólk til Føroya sum samfylgjandi. Í 2022 vóru tey 118. (Savnsmynd)
 
28.06.2023 - 13:56

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ætlar at broyta treytirnar fyri, nær útlendingar, sum hava vinnuligt uppihaldsloyvi í Føroyum, kunnu fáa familjuna við sær.

Ítøkiliga er ætlanin at seta sum treyt, at útlendingurin hevur inntøku, sum ger tað møguligt hjá honum ella henni at uppihalda teimum, sum ætlanin er at fáa til Føroya. 

Eitt inntøkumark er galdandi nú.

Men tað er vorðið til gjøgnum siðvenju, tað er ikki beinleiðis í lóggávuni. 

Ætlaða nýggja inntøkumarkið, sum verður munandi hægri enn verandi mark, verður ásett beinleiðis í útlendingakunngerðini fyri Føroyar. 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi um familjusameining.

 

Meira enn tvífaldað

Orsøkin til broytingina er, at útlendingar, sum koma til Føroya sum samfylgjandi familja hjá  útlendingi, sum hevur vinnuligt uppihaldsloyvi, eru meira enn tvífaldaðir, síðani snarskipanin kom í november 2021. 

Endamálið við at hækka inntøkumarkið er at tryggja, at útlendingar, sum hava vinnuligt uppihaldsloyvi í Føroyum og fáa familjuna við sær til landið, altíð eru førir fyri at uppihalda familjuni.

Endamálið er eisini, at útlendingar í Føroyum ikki hava verri kor enn føroyingar. 

Bjarni Kárason Petersen hevur svarað spurningi frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um familjusameining.

Í 2021 komu 48 fólk til Føroya sum samfylgjandi. Í 2022 vóru tey 118. 

Seinastu fimm árini hava 125 vaksin og 169 børn fingið uppihaldsloyvi sum samfylgjandi. 13 fólk hava fingið varandi uppihaldsloyvi her. 

 

Á føroyskar hendur

Bjarni Kárason Petersen sigur, at arbeitt verður áhaldandi við at fáa avgerðarmyndugleikan í málum um eitt nú uppihaldsloyvi fluttan á føroyskar hendur.  

Løgmálaráðið fer saman við Umhvørvismálaráðnum, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, at gera eitt kunningarátak fyri útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða. 

Uppskot um integrasjónslóg verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið í næstu tingsetu, sigur landstýrismaðurin eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911