Nýtt oljufelag á veg

Nýtt oljufelag á veg
Tað eru nøkur stór reiðarí, sum ætla at geva Effo og Magn kapping
 
02.07.2023 - 15:07

Tað er alt sum bendir á, at eitt nýtt oljufelag verður sett á stovn, og fer at geva Effo og Magn kapping.

Vit hava tosað við Hanus Hansen, stjóra í JFK Samtakinum og Tummas Justinussen í Smyril Line, men hvørgin vil gera nakra viðmerking. Teir vísa báðir til Róa Kalsø, sum vit ikki hava fingið fatur á enn. Hann segði við Dimmalætting í gjár, at hann visti meira í komandi viku. Rói Kalsø hevur verið stjóri í Demich, sum Magn eigur.

Júst JFK og Smyril Line hava verið nevnd í sambandi við nýggja oljufelagið. Hesi feløg hava ikki ognarlut í nøkrum av verandi føroysku oljufeløgunum. Enniberg hevur heldur ikki nakran ognarlut, meðan FramInvest eigur eitt sindur í EFFO.

Við hinum báðum stóru reðaríunum er søgan øðrvísi. 

Varðin eigur so mikið nógv í Effo, at felagið eisini eigur ein nevndarlim í felagnum, sum er Jógvan Dávid Jacobsen. Tað eru tó tveir størri eigarar í Effo, nevniliga íløgufelagið Tjaldur og eitt felag, sum nevnist Kolan, hjá stórreiðaranum Gullaki Madsen, sum virkar úr Danmark.

Og so er tað Christian í Grótinum samtakið í Klaksvík, sum hevur lagt boð inn at keypa íslendska ognarlutin í oljufelagnum Magn, sum er 42 prosent. Tað málið liggur í Kappingareftirlitinum at vera eftirkannað og góðkent. Tann fráboðanin kom frá Kappingareftirlitinum í apríl mánaði í ár. Tað hevur ljóðað, at reiðaríið hevði mist tolið við Kappingareftirlitinum, og hevði slept keypsætlanini. Hesum vísir Kristian Martin Rasmussen, nevndarformaður, tó aftur og sigur, at felagið einki hevur við nýggja oljufelagið at gera.

Myndin sum teknar seg er tann, at meðan tvey stór reiðarí eiga ella fara at eiga ein stóran part av hvør sínum føroyska oljufelag, so eru tað øll hini, sum standa uttanfyri og nú ætla sær at stovna sítt egna.

Hvussu nýggja oljufelagið hevur ætlað sær at virka er ógreitt, tí felagið eigur ongar tangar í landinum og teir taka tíð at byggja, so felagið fer neyvan at veita vanliga húsarhaldinum olju. Ein møguleiki er tó at keypa tangar í onkrum grannalandi ella eitt oljuskip, sum kann selja eigarunum bíliga olju. Millum annað bunkrar Norrøna vanliga tungolju frá einum tílíkum tangaskipi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979