Endurskoða kunngerð um ansingarskipan

Endurskoða kunngerð um ansingarskipan
Ansingarsamsýning kann latast fólki, sum ansa eldri og óhjálpnum fólki heima
Kommunurnar hava mælt frá at dagføra ansingarsamsýningina uttan samstundis at dagføra kunngerðina, og tað tekur landsstýriskvinnan undir við.
 
03.07.2023 - 09:10

Ætlanin hjá undanfarna landsstýri at hækka ansingarsamsýningina upp í 18.000 kr. er strandað.

Tá uppskotið var til hoyringar, vístu kommunurnar á, at kunngerðin er ógreið og ófullfíggjað og krevur grundleggjandi endurskoðan. 

Kommunurnar mæltu frá at dagføra ansingarsamsýningina uttan samstundis at dagføra kunngerðina. 

Táverandi landsstýrismaður valdi tí at steðga á við broytingini. 

Landsstýriskvinnan, sum er nú, er samd við kommunurnar.

 

Landsstýrisfólk á fundi við Kommunufelagið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar at endurskoða kunngerðina um samsýning at ansa eldri heima saman við kommununum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Endurskoðar kunngerð saman við kommunum

Neyðugt er at endurskoða kunngerðina, sigur hon. Tað verður gjørt saman við kommunum. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, sum spurdi um ansingarsamsýningina. 

Ansingarsamsýning kann latast fólki, sum ansa eldri og óhjálpnum fólki heima.

Undanfarna landsstýri ætlaði at hækka ansingarsamsýningina úr 10.789 upp í 18.000 kr. 1.januar i ár.

Í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum, sum nú er, stendur, at landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av eldraøkinum saman við kommununum.

Tað, sum semja er um, verður sett í verk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425