Ísraelski herurin tikið seg inn í palestinska flóttafólkalegu

Ísraelski herurin tikið seg inn í palestinska flóttafólkalegu
Hetta er størsta ísraelska hernaðarliga atgerð í 20 ár. Ísrael sigur at flóttafólkalegan er miðstøð fyri yvirgangsfólk, sum vilja týna Ísrael
Seinnapartin í gjár var boðað frá ógvusligum spreingingum og skotbardøgum ymsa staðni í Jenin, eftir at ísrealsmenn høvdu tikið seg inn í flóttafólkaleguna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2023 - 09:42

Tíðliga gjáramorgunin tók ísraelski herurin seg inn í eina palestinska flóttafólkalegu í Jenin í norðara parti við Vestara áarbakka við stríðsdronum og herfólki. 

Hetta er størsta ísraelska hernaðaratgerð á Vestara aarbakka í 20 ár, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Seinnapartin í gjár var boðað frá ógvusligum spreingingum og skotbardøgum ymsa staðni í býnum. Higartil hava minst átta fólk latið lív, og yvir 50 eru særd, sigur palestinski heilsumálaráðharrin. 

- Atsóknin hevur elvt til, at fleiri flóttafólk eru flýdd úr Jenin, sigur guvernørurin í økinum, Kamal Abu al-Roub. 

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

14.000 fólk

Sambært guvernørinum búgva umleið 14.000 fólk í flóttafólkaleguni í Jenin. 

Palestinsku myndugleikar royna nú at fáa skúlar og onnur høli til tey, sum eru flýdd úr leguni, sigur hann. 

Ísraelskir myndugleikar siga, at flóttafólkalegan ein miðstøð fyri stríðshugaðar bólkar. 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í einari røðu í gjárkvøldið, at ísraelska atsóknin hevur til endamáls at steðga yvirgangsfólki, sum vilja týna Ísrael.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109