Reingerðartænastan kostar nógv meira enn ætlað

Reingerðartænastan kostar nógv meira enn ætlað
Tórshavnar býráð viðger málið á eykafundi í kvøld
Játtanin til reingerðartænastuna í Tórshavnar kommunu er 800.000 kr., men tænastan kostar góðar 1,6 milliónir. Býráðið viðger málið í kvøld. (Savnsmynd)
 
05.07.2023 - 08:33

Framtíðin hjá reingerðartænastuni í Tórshavnar kommunu er óviss. 

Tórshavnar býráð fer at avgera hana á eykabýráðsfundinum í kvøld.

Reingerðartænastan kostar nógv meira enn upprunaliga ætlað.

Játtanin er 800.000 kr. Tænastan kostar góðar 1,6 mió. kr. 

Brúkaragjaldið er 170 kr.

Upprunaliga var avgjørt, at triðingurin av kostnaðinum skuldi fíggjast við brúkaragjaldi. Í dag er brúkaragjaldið 27 prosent av kostnaðinum.

 

166 fáa tænastuna

166 fólk fáa reingerðartænastu, 42 eru á bíðilista.

Skulu øll 208 fáa reingerðartænastu, fer hon at kosta yvir tvær milliónir krónur, stendur í skránni fyri býráðsfundin í kvøld.

Ein arbeiðsbólkur mælir heilsu- og eldranevndini hjá býráðnum til at taka av reingerðartænastuna. Og tað ger umsitingin hjá kommununi eisini.

Hon mælir í øðrum lagi til at endurskoða tænastuna. 

 

Vilja endurskoða

Heilsu- og eldranevndin vil ikki avtaka reingerðartænastuna, og heldur ikki vil hon hækka brúkaragjaldið.

Nevndin vil endurskoða, tillaga og broyta reingerðartænastuna í samsvari við uppskot hjá arbeiðsbólkinum.

Reingerðartænastan er ein tænasta fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum ikki megna at gera reint sjálvir, og sum ikki búgva saman við maka ella vaksnum yvir 18 ár, sum fáa gjørt reint. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011