Tiltøkini móti Russlandi verða sett í verk 7. september

Tiltøkini móti Russlandi verða sett í verk 7. september
Sambært uppskotinum kemur kunngerðin í gildi 7, juli, og hon fær virknað tveir mánaðir seinni
Virksemið hjá russisku skipunum verður avmarkað til at bunkra, proviantera, skifta manning og avskipa veiðu, sum er fiskað eftir avtaluni millum Russland og Føroyar.  (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.07.2023 - 09:40

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ráðførdi seg í gjár við uttanlandsnevndina um revsitiltøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk móti Russlandi.

Í uppskotinum um kunngerð, sum Kringvarpið hevur fingið, sæst, at uppskotið ítøkiliga snýr seg um at strika verandi undantak fyri russisk fiskiskip í 'kunngerðini um avmarkandi tiltøk í samband við atgerðir móti Ukraina', sum var lýst í fjør. 

Øll russisk skip eru tí í útgangsstøðinum bannað úr føroyskari havn. 

Undantøk eru kortini.

Eitt nú er forboðið ikki galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyska havn, og sum fiska eftir fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Og russisk skip, sum eru í neyð, ella hava tørv á hjálp, kunnu framvegis leggja at í Føroyum.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vnnumálum.

 

Bunkra og proviantera

Landsstýrið kunngjørdi á tíðindafundi á Viðareiði 1. juni, at tiltøkini móti Russlandi fóru at verða herd, og tiltøkini, sum kunngerðin leggur upp til, er tað, sum landsstýrið lovaði.

Virksemið hjá russisku skipunum, sum sleppa til Føroya, verður tí avmarkað til at bunkra, proviantera, skifta manning og avskipa veiðu, sum er fiskað eftir avtaluni millum Russland og Føroyar. 

Russisk skip sleppa tí ikki at gera umvælingar og annað í Føroyum.

Sambært uppskotinum, kemur kunngerðin í gildi 7. juli, við virknaði frá 7. september.

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at nevndin fór at geva geva landsstýrismanninum skivligt svar í gjárkvøldið ella í dag. 

 

Bjarni Hammer formaður í uttanlandsnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911