Stórt hassjmál í rættinum í dag

Stórt hassjmál í rættinum í dag
Ákæruvaldið fer at krevja eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
Tveir menn eru ákærdir fyri at smugla níggju kilo og góð 673 gramm av hassji til Føroya. Føroya rættur viðger málið í dag. (Savnsmynd)
 
05.07.2023 - 13:40

Føroya rættur viðger í dag eitt stórt hassjmál.

Tveir menn eru ákærdir fyri at smugla níggju kilo og góð 673 gramm av hassji til Føroya. Teir vóru tiknir í Havn tann 24.mai.

Annar maðurin kom við hassjinum úr Rotterdam við farmaskipinum Mykinesi, sigur poltiið.

Ein kvinna var eisini tikin, men hon er ikki skuldsett longur.

Menninir, sum eru 22 og 23 ár, nokta seg sekar. Teir hava verið í varðhaldi, síðani teir vóru tiknir.

 

Krevja treytaleysa fongsulsrevsing

Ákæruvaldið fer at krevja eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Menninir eru ákærdir eftir revsilógini, hóast markið millum revsilógina og lógina um rúsevni er tíggju kilo.

Í einum øðrum máli, har talan var um 9,3 kilo av hassji, royndi ákæruvaldið eisini at brúka revsilógina. 

Men tað vildu Føroya rættur og Landsrætturin ikki góðtaka.

Revsilógin loyvir eitt sindur harðari revsing enn lógin um rúsevni.

 

(Savnsmynd)

 

Smuglaði hassj í koyristóli

Sunnukvøldið var ein 50 ára gomul útlendsk kvinna tikin á flogvøllinum í Vágum.

Hon var í koyristóli. Tvey kilo av hassji blivu funnin í stólinum.

Kvinnan var í grundlógaravhoyring varðhaldsfonglað í fýra vikur.

Hon noktar seg seka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213