Bakkafrost misti 200.000 laksar á Hovsfirði

Bakkafrost misti 200.000 laksar á Hovsfirði
Hol kom á tríggjar aliringar í vár, og illveður kann vera orsøkin
Felags fyri allar ringarnar er, at holini vóru ovarlaga í vatnganginum. (Savnsmynd)
 
05.07.2023 - 18:00

Bakkafrost misti slakar 200.000 laksar úr trimum ringum á Hovsfirði í mars í ár. 

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.  

Tað var 27. mars, at hol var staðfest á tveimum ringum hjá Bakkafrosti á Hovsfirði. Holini vóru funnin í sambandi við lúsateljing. 

Sama dag boðaði Bakkafrost Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá holunum. 

Dagin eftir var eitt hol aftrat funnið í einum triðja ringi. 

Felags fyri allar ringarnar er, at holini vóru ovarlaga í vatnganginum. 

Yvirlit hjá Bakkafrosti vísir, at skaðin allarhelst er hendur einaferð í døgunum millum 11. mars og 27. mars, tí einki hol var, tá ein kavari kannaði tveir ringar 1. mars, og heldur ikki, tá ið lúsateljing var í ringunum 11. mars.  

 

Í eftirlitsfrágreiðing hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá 11. apríl verður eisini víst á, at allir tríggir ringar liggja á norðaru síðu á Hovsfirði, og at teir standa ábært, tá ið landnyrðingur er. 

 

Ringt veður

Óvist er, hví hol er komið á ringarnar, men í efirlitsfrágreiðingini verður nevnt, at tað kann vera samanrenning av fleiri viðurskiftum - eitt nú, at ketur til søkkiringarnar eru slitnaðar, og at ringt veður av landnyrðingi hevði verið í longri tíð í vetur. 

Í eftirlitsfrágreiðing hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá 11. apríl verður eisini víst á, at allir tríggir ringar liggja á norðaru síðu á Hovsfirði, og at teir standa ábært, tá ið landnyrðingur er. 

Teljingar, sum Bakkafrost gjørdi 10 og 11. mai í ringunum, staðfestu, at 198.992 færri laksar vóru í teimum trimum ringunum, eftir at holið var staðfest.

Í fyrsta ringinum við umleið 125.000 laksum vóru 18.000 færri laksar í nýggju teljingini, í øðrum ringinum við umleið 134.000 laksum vóru umleið 85.000 færri, og í triðja ringinum við umleið 141.000 lasum vóru umleið 95.000 færri laksar í teljingini í mai. 

Hetta samsvarar eisini við yvirlitið yvir samlaða talið av laksi, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur á heimasíðu síni. Yvirlitið verður dagført hvønn mánað.

Sambært yvirlitinum minkaði talið av laksi í aliøkinum "Hovsfirði ytra" við umleið 200.000 laksum hetta tíðarskeiðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595