Lestrarstuðulin hækkar munandi næsta skúlaár

Lestrarstuðulin hækkar munandi næsta skúlaár
Prístalsjavningin er 7,7 prosent
Stuðulin til teirra, sum taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving, úr 4.605 kr. um mánaðin upp í 4.960 kr. (Savnsmynd)
 
07.07.2023 - 08:40

Stóra príshækkingin sæst eisini aftur í prístalsjavningini í lestrarstuðlinum.

Hon er nógv størri enn hon plagar at vera.

Hon er 7,7 prosent fyri næsta skúlaár.

Í fjør var hon 2,7 prosent, hon var 0,3 prosent í 2021 og 1,3 prosent í 2020. 

Til dømis hækkar stuðulin til teirra, sum taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving, úr 4.605 kr. um mánaðin upp í 4.960 kr.

Tey, sum eru í miðnámi ella í fólkaskúla, fáa nú 4.073 kr., um tey eru forsyrgjarar ella gjalda fyri bústað.

Tey fara at fáa 4.387 kr. 1.august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911