Ukraina ovast á breddanum á NATO-toppfundi

Ukraina ovast á breddanum á NATO-toppfundi
Fundurin skal tryggja, at Ukraina kemur nærri NATO-limaskapi, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, vil hava Ukraina upp í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.07.2023 - 14:12

Ukraina er ovast á dagsskránni, tá tey 31 NATO-limalondini í næstu viku hava toppfund í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.

Og fundurin skal tryggja, at Ukraina kemur nærri NATO-limaskapi.

Tað segði NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Brússel í dag.

- Ukraina verður limur í NATO. Tað er ein sterkur boðskapur, sum vit fara at senda út á toppfundinum í Vilnius. So stendur tað til Ukraina og NATO-londini at gera av, nær tað hendir. Tað skal ikki vera upp til Russland at gera av," segði Jens Stoltenberg.

 

Eingin tíðarætlan

Sostatt fær Ukraina onga beinleiðis tíðarætlan fyri, nær landið verður limur í NATO. 

Hevði ein slík tíðarætlan verið, hevði Ukraina komið undir grein 5 hjá NATO-samgonguni - tann sonevnda musketer-avtalan, sum ásetur, at álop á eitt NATO-land er at rokna sum álop á øll NATO-londini.

Jens Stoltenberg hevur eisini fleiri ferðir víst á, at tað ber ikki til at innlima eitt land, sum er í kríggi, upp í NATO-samgonguna. Tað hevði havt við sær, at NATO beinleiðis hevði lagt seg út í kríggið í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928