- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tyssibumbur til Ukraina

Tyssibumbur eru fyri nógvum atfinningum, tí fleiri av smærri spreingiløðingunum, sum vera sleptar úr høvuðsbumbuni hava tað við ikki at spreingjast eftir ætlan.
Tá kunnu tær vera liggjandi í langa tíð og spreingjast tá onkur kemur fram á tær. Tískil elva til stóra skaða á sivilfólk, ofta børn, sum mistaka tær fyri bóltar.
Stjórnirnar í eitt nú Ný Sælandi, Bretlandi og Spania hava sagt seg vera óálvilig við avgerðina. Margarita Robles, spanski verjumálaráðharrin sigur sambært BBC, at tey halda fast um, at nøkur sløg av vápnum ikki eiga at vera latin Ukraina.
- Ukraina hevur lógligan rætt at verja seg, men tað eigur ikki at vera gjørt við tyssibumbum, sigur hon.
Nakað tað sama sigur forsætisráðharrin í Kambodja, Hun Sen. Hann heitir á Ukrainar um ikki at brúka tyssibumburnar, tí veruligu offrini vera tá ukrainar.
Hann vísir til royndirnar í Kambodja, har USA slepti tyssibumbum fyrst í 1970unum. Túsundtals sivilfólk hava við álvarasaman skaða ella eru deyð av hesum, sigur hann sambært AFP.
- Tað eru fleiri enn 50 ár síðani, og tað er ongin máti at oyðileggja óbrostnu bumbunum, sigur Hun Sen.
- Ukraina hevur mín stuðul, men eg heiti á amerikanska og ukrainska forsetan, um ikki at brúka tyssibumburnar í krígnnum, tí veruligu offrini vera ukrainsk sivilfólk, leggur hann aftrat.
Fleiri enn 100 lond hava skrivað undir uppá at bannað framleiðslu og goymslu av tyssibumbum, tó hvørki USA, Ukraina ella Russland.
Amerikanski forsetin, Joe Biden segði í samrøðu við CNN fríggjadagin, at tað hevði tikin honum eina tíð at blíva sannførdur um at lata Ukraina tyssibumbur, men tað bleiv gjørt nú, so at Ukraina framvegis hevur nóg mikið av lóðuri.


























