Depil til børn og ung í Sandoynni

Depil til børn og ung í Sandoynni
Depilin er ætlaður børnum og ungum í Sandoynni og í øllum landinum, sum hava serligar avbjóðingar fyri neyðini
 
27.09.2013 - 09:33

Ein depil til børn og ung við serligum avbjóðingum skal byggjast í Sandoynni. Men enn er ikki avgjørt, í hvørjari bygd depilin verður bygdur.

Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið. Depilin verður liðugur í 2016 ella í 2017.

Depilin er ætlaður børnum og ungum í Sandoynni og í øllum landinum. Í deplinum vera átta umlættingarrúm og felagshøli til 15 fólk.

Fýra av teimum átta rúmunum kunnu seinni gerast til varandi búpláss.

Endamálið við verkætlanini er at lætta um gerandisdagin hjá foreldrum og avvarðandi at børnum og ungum við serligum avbjóðingum í eitt styttri tíðarskeið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688