Ávara um vandamiklan royk frá eldgosinum

Ávara um vandamiklan royk frá eldgosinum
Áheitanin frá politinum vendir sær til bæði íslendingar og ferðafólk, men serliga ferðafólkini mugu fáa tað at vita fleiri ferðir
Eldgosið sprænir út nógv koltvísúrni, eisini nevnt CO2, sum er sera vandamikið at anda í seg.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
12.07.2023 - 08:29

Íslendska politiið heitir nú á ferðafólk um ikki at koma ov nær eldgosinum í Fagradalsfjalli, 30 kilometrar í ein útsynning úr Reykjavík. 

Fólk verða biðin um at halda seg í góðari frástøðu frá gosinum, tí roykurin kann vera vandamikil at anda í seg.

Áheitanin frá politinum vendir sær til bæði íslendingar og ferðafólk, men serliga ferðafólkini mugu fáa tað at vita fleiri ferðir, skriva íslendskir miðlar.

Eldgosið sprænir út nógv svávultvísúrni, eisini nevnt SO2, sum er sera vandamikið at fáa í seg.

Sí videomyndir frá íslendska kringvarpinum, RÚV, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011