Týskarar eru misnøgdir við stjórnina

Týskarar eru misnøgdir við stjórnina
Veljararnir eru m.a. misnøgdir um, at fólk við almennum stuðli skulu eggjast til at skifta oljufýring
Olaf Scholz er týskur samveldiskanslari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.07.2023 - 10:37

Tríggir av hvørjum fýra týskarum eru misnøgdir við stjórnina í Týsklandi.

Tað vísir ein meiningakanning, sum sjónvarpsstøðin RTL hevur gjørt.

Tilsamans 77 prosent av teimum spurdu eru misnøgd ella lítið nøgd við samgongustjórnina hjá javnaðarmanninum, Olaf Scholz.

Í februar var talið 64 prosent.

Eisini meirilutin av veljarunum hjá teimum trimum stjórnarflokkunum eru misnøgdir við stjórnina.

Ein týðandi grund til misálitið er ein umstrídd lóg um, at fólk við almennum stuðli skulu eggjast til at skifta oljufýringina.

Í farnu viku steðgaði týski grundlógardómstólurin lógini fyri at forða fyri, at hon varð skundað ígjøgnum samveldistingið uttan nøktandi viðgerð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011