Svenski NATO-limaskapurin ikki avgreiddur enn

Svenski NATO-limaskapurin ikki avgreiddur enn
Endaliga góðkenningin dregur út, tí turkiska tingið fer í summarfrí leygardagin
Turkaland er gingið við til, at Svøríki fær limaskap í NATO, men endaliga góðkenningin dregur út.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.07.2023 - 08:31

Hóast turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur sagt, at Turkaland fer at góðtaka, at Svøríki fær NATO-limaskap, eru allar súðir ikki syftar enn.

Í øllum førum kann endaliga góðkenningin av limaskapinum draga út, tí leygardagin fer turkiska tjóðartingið í summarfrí, veit svenska TT-tíðindastovan at siga frá turkiskum miðlum.

Turkiska avísin, Yeni Safak, sigur hetta merkja, at Svøríki nú hevur hálvan triðja mánað til at fáa sítt avgreitt í stríðnum ímóti kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, sum blaðið málber seg, samstundis sum ES og USA skulu halda síni lyfti mótvegis Turkalandi.

- Verða hesar treytir ikki loknar, kann ikki roknast við eini góðkenning frá tjóðartinginum, skrivar turkiska blaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011