Emerald komin til Føroya

Emerald komin til Føroya
Nýggi trolarin kom á Vág í gjárkvøldið, og seinnapartin kemur hann á Havnina
Emerald kom á Vág í gjárkvøldið.
Mynd: Bárður Gunnarstein Nielsen, Suðuroyarportalurin  
 
13.07.2023 - 08:53

Nýggi verksmiðjutrolarin, Emerald, sum partafelagið Havborg í Havn hevur latið byggja í Turkalandi, er komin til Føroya.

Hann kom á Vág í gjárkvøldið eftir trollemmum frá Rock Trawldoors, og seinnapartin í dag klokkan fýra kemur hann á Havnina.

Emerald leggur at á Eystaru bryggju, har móttøka verður og hann verður doyptur.

20 mans vera við fyrsti túrin, sum verður í Barentshavið at fiska rækjur.

Emerald tekur næstan túsund tons av rækjum og skal fiska í russiskum sjógvi, har Føroyar eiga 4.000 tons av rækjum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011