Prísvøkstur í Bretlandi: Almenn starvsfólk fáa lønarhækking

Prísvøkstur í Bretlandi: Almenn starvsfólk fáa lønarhækking
Yngri læknar fáa seks prosent, og lærarar fáa 6,5 prosent í lønarhækking
Eisini í Bretlandi er stórur prísvøkstur, men nú fáa almenn starvsfólk lønarhækking. (Savnsmynd)
 
13.07.2023 - 14:51

Í Bretlandi hevur stjórnin gjørt av, at yngri læknar, lærarar og onnur almenn starvsfólk skulu ikki verða so meint rakt av prísvøkstrinum.

BBC skrivar, at semja er um, at yngru læknarnir fáa eina lønarhækkan nú upp á seks prosent, umframt eina einstaka viðbót, sum er slakar 11.000 krónur.

Læraralønin hækkar 6,5 prosent, meðan tey, sum abeiða hjá løgregluni, fáa sjey prosent meira, og fólk, sum starvast í herinum, fáa fimm prosent.

Lønarhækkingin svarar tó ikki til prísvøksturin, sum hevur verið í Bretlandi í ár. Príshækkingin liggur um 8,7 prosent.

Boðini frá bretsku stjórnini koma í dag, sum skuldi vera fyrsti verkfalsdagur hja yngru læknunum, sum høvdu sagt, at teir ikki ætlaðu sær til arbeiðis næstu fimm dagarnar. Einki er tó frætt um, at teir ikki ætla at arbeiða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928