3.200 fólk í Føroyum eru ikki danskir ríkisborgarar

3.200 fólk í Føroyum eru ikki danskir ríkisborgarar
Tey flestu eru úr Evropa, tá Norðurlond eru undantikin, og úr Asia
Tey, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap, eru umleið seks prosent av fólkatalinum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
14.07.2023 - 08:27

Fyrst í juni búðu 3.194 fólk í Føroyum, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap.

Tey eru 5,9 prosent av fólkatalinum.

Tey flestu eru úr Evropa, tá Norðurlondini eru undantikin, tey eru 1282, og úr Asia eru 1018.

105 fólk høvdu ókendan ríkisborgaraskap, sambært Hagstovuni.

1382 kvinnur og 1812 menn í Føroyum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan sambært tølum fyrst í juni.

2.247 teirra eru á arbeiðsmarknaðinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096