Kona forsætisráðharran í prestaskjúrtu

Kona forsætisráðharran í prestaskjúrtu
Birgitta Ed sigur, at hon er altíð prestur, og er í prestaskjúrtu í øllum høpum
Tað hevur vakt ans, at kona svenska forsætisráðharran, Birgitta Ed, var í prestaskjúrtu á NATO-toppfundinum í Vilninus fyrr í vikuni. Her er hon m.a. avmyndað saman við ukrainska forsetanum, Zelenskyj.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.07.2023 - 10:27

Birgitta Ed, kona svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson, hevur verið fyri atfinningum fyri, hvussu hon hevur verið ílatin, nú hon hevur verið við manni sínum í Vilnius, í sambandi við NATO-toppfundin har.

Birgitta Ed er prestur í svensku kirkjuni, og funnist verður at, at hon á fleiri fundum í Vilnius hevur verið í síni almennu prestaskjúrtu.

- Tað sømir seg ikki, tá ið tú alment umboðar Svøríki, at tú ert í klæðum, ið sipa til títt privata yrki. Serliga ikki, tá ið tey umboða átrúnað, sigur fyrrverandi ríkisdagslimurin, Richard Herrey.

Sjálv svarar Birgitta Ed, at hon er altíð prestur, og er í prestaskjúrtu í øllum høpum.

- Soleiðis er veruleikin bara, at eg eri bæði prestur og kona forsætisráðharran samstundis, sigur hon.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928