Áseting um børn í einari lóg ikki heimild í aðrari lóg

Áseting um børn í einari lóg ikki heimild í aðrari lóg
Dómstólarnir hava sambært rættargangslógini ikki heimild til at taka fyribils avgerð um bústað hjá børnum
Rættargangslógin sigur, at rætturin kann ikki taka avgerð um fyribils bústað hjá børnum.
 
15.07.2023 - 09:49


Dómstólarnir hava sambært rættargangslógini ikki heimild til at taka fyribils avgerð um bústað hjá børnum.

Men í lógini um foreldramyndugleika og samveru er ásett, at rætturin kann taka fyribils avgerð um bústað hjá barni.

Hetta verður nú strikað.

Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot um broytingar í lógini um foreldramyndugleika og samveru, sum annars bara er stívliga hálvt ár. Hon kom 1.januar í ár.

Síðani lógin var sett í gildi, hevur tað víst seg, at brúk er fyri at nágreina nakrar ásetingar og brúk er eisini fyri nýggjum ásetingum, sigur Løgmálaráðið.

Brúk er fyri nýggjum ásetingum fyri at forða fyri sonevndari samverusjikanu, nágreina ásetingar um samveru, ferðing í sambandi við samveru, og um ókeypis advokatumboðan í málum um samveru og bústað, sum eru til viðgerðar í Familjufyrisitingini.

Hoyringarfreistin er til 18.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096