Næstan stórthundrað íbúðir

Næstan stórthundrað íbúðir
111 íbúðir eru í byggingini á Fløtum í Havn
Tað tók fýra ár at byggja tær 111 íbúðirnar á Fløtum.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
15.07.2023 - 10:58

Størsta íbúðarbygging í Føroyum er liðug.

111 íbúðir eru í byggingini á Fløtum í Havn.

Fjórða og seinasta byggistig er nú liðugt. 

Í tí eru 32 íbúðir, tann minsta er 45 fermetrar og tann størsta 116 fermetrar.

Hetta er størsta íbúðarbygging í Føroyum, sigur Tórshavnar kommuna.

Allar íbúðirnar á Fløtum hava fjarhita.

Jóan Petur Vang, byggimeistari, bygdi íbúðirnar á Fløtum.

Verkætlanin byrjaði í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096