Rukku ikki milliardina í lønum í juni

Rukku ikki milliardina í lønum í juni
Hóast ongantíð hava verið so nógvir løntakarar í Føroyum sum í juni í ár settu lønargjaldingarnar ikki met í juni
Knappliga triðingurin av lønunum fara til almennar tænastur.
 
15.07.2023 - 11:41

Hóast ongantíð hava verið so nógvir løntakarar í Føroyum sum í juni í ár settu lønargjaldingarnar 
ikki met í juni.

Lønirnar vóru 978 mió. kr. í juni.

Metið, ein milliard og 75 milliónir, var sett í desember í fjør.

Desember er ein góður mánaður til løn. Í desember 2021 vóru lønirnar ein milliard og 51 milliónir kr.

Menn fáa framvegis størra partin av lønunum, 600 mió. kr. í juni. Kvinnurnar fingu slakar 377 milliónir.

Munurin er eisini galdandi hjá útlendingunum, sum arbeiða í Føroyum.

Í juni fingu menninir 25,5 milliónir og kvinnurnar seks milliónir í løn.

Fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083