Ísland fegnast um stongdar havnir í Føroyum

Ísland fegnast um stongdar havnir í Føroyum
Íslendska stjórnin er væl nøgd við nýggju tiltøkini hjá landsstýrinum móti Russlandi
Russisk skip sleppa ikki longur at umskipa kongafisk í Føoyum.
 
15.07.2023 - 15:23

Íslendska stjórnin er væl nøgd við nýggju tiltøkini hjá landsstýrinum móti Russlandi.

Ísland hevur oftari enn einaferð funnist at Føroyum fyri at loyva russiskum skipum, sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum, at brúka føroyskar havnir.

Øll lond í NEAFC uttan Russland eru samd um, at kongafiskastovnurin í Irmingarhavinum er so illa fyri, at hann eigur at fáa frið.

Eisini Føroyar taka undir við hesum banni.

Men tað ger Russland ikki og fiskar enn sum fyrr kongafisk.

Russisk skip sleppa ikki í íslendskar havnir.

Eingin heimild

Men higartil eru tey sloppin í føroyskar havnir. Men tí hevur landsstýrið nú steðgað.

Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, uttanríkisráðharri, fekk spurning um hetta frá altingskvinnuni Diljá Mist Einarsdóttur, sum er í sama flokki sum ráðharrin, í Sjálvstæðisflokkinum.

Ráðharrin svaraði, at tá aðalráð hennara spurdi í Føroyum, var svarið haðani, at heimild var ikki at nokta russiskum skipum atgongd til føroyskar havnir. 

Men nú er hendan heimild komin og sett í verk. 

Ansa betur eftir

Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir sigur eisini, at íslendska vaktar- og bjargingartænastan ansar nú betur eftir russiskum skipum, sum eru í íslendskum sjógvi. 

Og eins og í Føroyum sleppa amerikanskar kavbátar nú í íslendskar havnir.

Eitt annað tiltak er at nokta russiskum granskarum at gera vísindaligar kanningar við Ísland.

Ísland eigur 4.000 tons av toski í russiska partinum av Barentshavinum, men heldur tað ikki vera rætt at fara eftir teimum, sum støðan er nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234